Hondbóltur
Neistin er í fyrstu atløgu ikki longur partur av oddastríðnum í bestu kvinnudeildini. Hetta má vera niðurstøðan eftir týskvøldið, tá bláu havnarkvinnurnar máttu fara heim við ongum úr Klaksvíkini.
Breiddin mundi kostað
Tað var tó ikki uttan mótstøðu, at Stjørnan fekk stigini. So langt ífrá. Fyrstu løtuna var annars ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um serliga spennandi dyst, men eftir at Neistin efitr einum korteri hevði fingið skil á verjuspælið hjá sær, fekk heimaliðið ein heilt skarpan gang.
Kanska var tað eisini tað, at Neistin hevur ein hóp, sum er væl breiðari enn hjá flestu mótstøðuliðunum. Hetta var sjónligt í Vestmanna fyri stuttum, har Neistin móti dystarenda var um at stjala stig, tá VÍF fór at møðast, og soleiðis var eisini hesaferð.
Seinastu løtuna undan steðginum tók Neistin ? og serliga Lina Andriulyte ? dik á. Fimm mál á ? harav fýra frá Linu ? sendu Neistan eitt mál framum, og so var spenningurin av álvara komin í aftur dystin.
Spenningurin í topp
Stjørnan megnaði tó at svara aftur. Tær togaðu seg eitt vet framum undan steðginum, og fyrstu løtuna eftir hendan lupu tær aftur avstað. Hesaferð varð tjóðurið frá mótstøðuni tó ikki eins langt, og skjótt tók Neistin at toga aftur.
Og so gekk tað heilt javnt á seinastu 20 minuttirnar. Liðini bæði skiftust um at skora, samstundis sum heimaáskoðararnir skiftandi heppaðu liðið hjá sær og skiftandi bitu negl. Og allar seinastu løtuna hevði Neistin so allar møguleikar at avgera.
Við tveimum minuttum eftir og einum máli á odda fekk Stjørnan eina útvísing. Tær megnaðu tó at økja um munin, men tá næsta útvísingin rakti lítla løtu seinni, stóð av álvara á. Neistin hevði við góðum minutti eftir møguleika at minka munin í eitt mál, men tær misnýttu álopsroyndina, og so kundi Stjørnan royna at koyra tíðina út. Neistin fekk tó minkað munin einaferð, men hetta var ikki nóg mikið. Tað var Stjørnan, sum fekk loyvi at fegnast um stigini, og gestirnir kundu so bara drýpa høvur og hugsa um, hvat kundi verið.
Og í øllum førum kann staðfestast, at tvey stig her høvdu havt við sær, at Neistin framvegis hevði verið væl við í oddastríðnum. Har eru tær tó hektaðar nakað av nú, og spurningurin er so, hvørt tær kunnu vinna nakað av tí mista aftur, tá StÍF vitjar komandi vikuskifti. Stjørnan skal tá á vitjan á Giljanesi, og mett eftir fyrra dystinum móti Søljuni er lítið at ivast í, at talan her verður um tvey trygg stig.
Dysturin í tølum
Stjørnan-Neistin 24-23 (14-13)
Málskjúttar
Stjørnan: Katarina Stepanovic 8(4), Annika Ljósstein 5(2), Joan M. Djordjevic 5, Bára S. Klakstein 4, Anna Kristina Samson 1, Una Olsen 1
Neistin: Simona Dziugyte 9, Lina Andriulyte 7, Ása á Neystabø 2, Rakul Augustinussen 2, Lív Sørensen 2, Jórun Ludvig 1
Brotskøst: Stjørnan 10
Útvísingar: Stjørnan 2, Neistin 3
Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Gregoriusen