Hondbóltur
Vertirnir mundu vera nakað væl betri nøgdir enn gestirnir, tá dómararnir høvdu bríkslað fyri seinastu ferð í hoyvíkarhøllin sunnudagin.
Størsta partin av dystinum vóru tað nevnliga gestirnir, sum stýrdu tí mesta. Snøgt sagt, so tóktust vertirnir ikki at hava nakað móttrekk til kvika kontrahondbóltin hjá StÍF.
Kanska ikki so nógv allar fyrstu løtuna av dystinum, men spakuliga togaðu gestirnir seg alt meira avstað. Í steðginum var leiðslan fýra mál, og tá hendan eftir bara sjey minuttum í seinna hálvleiki varð útbbygd til 15-9, tóktist dysturin vera mest sum av.
Hildu ikki dampinum
Kanska hildu strandingar eisini sjálvir, at so var. Í øllum førum megnaðu teir als ikki halda dampinum uppi, og spakuliga megnaðu hoyvíkingar at toga seg aftur. Ikki minst takkað verið einum framúr stríðsavriki hjá liðnum sum heild, og effektivum skotroyndum frá Niels Viggo Niclasen, sum ikki tóktist seta fótin skeivt á vøllinum. Nakrar útvísingar til strandingarnar komu eisini væl við í so máta, og tíggju minuttir fyri leiklok var munurin niðri á tveimum málum.
Strandingar tóktust als ikki hava neyðuga gearið til at punktera dystin, og tá H71 so eisini kom upp á javnt, tóktust teir eins sannlíkir vinnarar sum strandingar. StÍF svaraði tó aftur, áðrenn tað gekk heilt galið, og teir áttu kanska eisini at avgjørt dystin. Við 23-22 høvdu teir góðan minutt til seinasta álopið, men tá Mortan Hansen – hevði annars ein góðan dag – varð spældur blankur á strikuni, varð skotið sent framvið, og so kundu hoyvíkingarnir kontra eina seinastu ferð, soleiðis at teir nú bert eru eitt stig aftan fyri oddaliðini bæði, StÍF og Neistan.
Fakta um dystin
H71-StÍF 23-23 (7-11)
Brotskøst: H71 2, StÍF 2
Útvísingar: H71 7, StÍF 5
Dómarar: Hannis Wardum & Uni Wardum
Málskjúttar
H71: Niels Viggo Niclasen 7, Gunnar Bláberg 6, Esbern Patursson 4, Dánjal Torgarð 3, Christian Eli Zachariassen 2, Poul Kjartan Dam 1
StÍF: Mortan Hansen 6(2), Finnur Hansson 6, Jørmund Joensen 3, Leivur Justinussen 2, Andre Danielsen 2, Terji Poulsen 1, Rúni Niclasen 1, Regin Didriksen 1, Artur Johansen 1