Mikukvøldið vóru teir í víggi í tveir tímar, áðrenn tað í brotssparkskapping varð avgjørt, at AB skuldi halda fram í steypakappingini.
Vónbrotið var stórt í leguni hjá EB/Streymi. Longu seinnapartin fáa teir í Sundalagnum nýggjan møguleika, tá ið teir aftur skulu spæla ímóti AB á Argjum.
Dagsskráin hjá báðum pørtum er at sleppa burtur frá niðurflytingarstrikuni. AB er næstaftast við fimm stigum, og EB/Streymur er á sjeynda plássi við tíggju stigum.
Mikukvøldið var EB/Streymur av álvara á sigurskós, tí eftir fyrra hálvleik vóru gestirnir frammanfyri 2-0. Heimaliðið javnaði og vann brotssparkskappingina, og tað ber ivaleyst sinniligt yvirskot við sær undan avbjóðingini seinnapartin.
AB álopsspælarin Rasmus Dan Sørensen noyddist hósdagin longu undan steðginum skaddur av vøllinum.
Hjá EB/Streymi var Leif Niclasen ikki við hósdagin.