Gestir komu á vitjan í Prix Føroyum 2003, og teir fóru avstað aftur við tí stóra posanum við vinningum.
Festivalur í Danmark, spælistaðið Vega, Listastevnan og Lundgaard Studio stóð skrivað á hørðu pakkarnar, og bólkurin hevur nú nógvar spennandi uppgávur fyri framman.
? Vit eru, sum vit eru, og soleiðis verða vit eisini til finaluna, proklameraði ljómborðsspælarin í bólkinum undan finaluni.
Og Gestir vóru, sum teir plaga at vera.
Teirra álvarsama og næstan friðarliga image hevur dýpd og innihald, og tá ið sangarin Ólavur Hansen stendur mitt á pallinum og syngur við síni sermerktu rødd, og tann væl spældi tónleikur flýtur saman við honum, er veruliga talan um ein sermerktan bólk, sum leitar eftir nøkrum nýggjum.
Gestirnir til Prixið vóru bergtiknir av Gestum, og tað gjørdi eisini, at bólkurin endaði ovast á stigatalvuni.
Verðin druknaði
Gestir spældu somu sangir, sum teir hava spælt gjøgnum alla kappingina, og tá ið verðin enn einaferð druknaði, fleyt bólkurin omaná.
Úttrykkið hjá Gestum er sterstakt, og teir hava nógvar stemningar í sínum sangum. Teir leita út í tað óvissa fyri at finna eitthvørt nýtt, og tað eydnast.
Eitt minus er, at tað er trupult at skilja orðini, sum Ólavur syngur, men tað gloymir tú næstan, tá ið tú sært hendan framúrskarandi frontfigurin gera alt annað enn veipa við ørmunum.
Framúr poppur
Déjá Vu er vorðin ein frálíkur bólkur, sum spælir góðan og melodiøsan popptónleik. Teir báðir sangararnir í bólkinum, Flóvin og Líggjas, eru sera góðir, og serliga næsti sangurin hjá bólkinum, sum Flóvin sang, var framúrskarandi góður og fangandi.
Déjá Vu hevur eitt rættiliga friðarligt konsept, og tí høvdu teir ongar trupulleikar av, at fólk vóru deydlig meginpartin av kvøldinum. Teirra tónleikur hevði nakrar dygdir, sum ikki hevði fyri neyðina pallkaving ella hoppandi ungfólk.
Tað var inniligt og flott, tá ið bólkurin sínar sangir, og her var talan um mest melodiøsa partin av kvøldinum.
Bólkurin varð eisini løntur við einum plássi á festivalinum í Jelling, sum teir fegnaðust stórliga um.
Ljóðaði illa eina løtu
Hatespeech hevði fingið heiðurin at leggja fyri hetta kvøldið, men skuldi ein konsertfyrireikari gjørt skránna fyri kvøldið, so hevði Hatespeech helst ligið í hinum endanum av kvøldinum, soleiðis sum teir gjørdu í innleiðandi umfarinum.
Hatespeech livdi als ikki upp til framførsluna, sum teir høvdu í undankappingini, tá ið alt fór upp frá, og fólk vóru fullkomiliga tikin av fótum.
Men tað var eisini trupult at endurtaka hesa framførslu, og nú Prixið er av, kann tað bara staðfestast, at besta framførslan í Prixnum 2003 var tann hjá Hatespeech í Fuglafirði.
Nógv var gjørt burtur úr ljóðinum í salinum, nú finalan skuldi verða, men byrjanin var meira enn hálvvánalig. Fyrsti sangurin hjá Hatespeech ljóðaði beinleiðis illa, men tað gjørdist betur, tá ið teir vóru komnir í gongd.
Í Fuglafirði var óført lív í, tá ið trash-rockararnir spældu, men hesaferð var tað meira ella minni sterilt, og tað var avgjørt ikki ein fyrimunur fyri Hatespeech.
Bít meg
Fyrireikingin hjá MC Hár til finaluna var eitt sindur órógvað av, at tveir av limunum í bólkinum fóru burturúr, men tá ið bólkurin stóð á pallinum í Norðurlandahúsinum vóru teir so væl fyri sum sjáldan áður.
Teir báðir sangarnir, Eyðun Ásason og Rókur Jakobsen, høvdu ein sentralan leiklut, og saman við rapparanum Niels Una Dam, sum hesaferð var farin frá klassiskari Mona Lisa-útsjónd og hálva leið í nánd av Dalai Lama, settu teir futt í.
Tónleikurin hjá MC Hár er ein góð blanding av rappi og sangi, og okkurt av niðurløgunum eru sera fangandi.
? Bít meg, klíp meg.
Jú, tað er framvegis eitt sindur av broddi í yrkingunum hjá bólkinum, sum langt síðani hevur gjørt tað til sítt vørumerki at arga og elska.
Trupulleikin hjá MC Hár eins væl og Hatespeech var, at bólkurn livir av at fáa lív í, at fáa alt upp á kók og so tveita trumfin við góðum tónleiki. Men hesaferð var einki publikum, sum lata seg øsa.
Spiltu fyrstu løtuna burtur
Gospelbólkurn Braquet, sum spældi tann mest klassiska rockin til finaluna, kláraði heldur ikki at fáa lív í.
Bólkurin var við í tí nógv umrødda umfarinum, tá ið Krit snávaði, og tað vóru mong sum hildu, at teir høvdu ongan kjans at vinna finaluna.
Soleiðis gjørdist tað eisini.
Víst vísti Arni Zachariasen kynstur sum gittarspælari, men tónleikurin var ikki nógv avbjóðandi, frekur ella leitandi, at dómararnir vildu senda teir víðari í kappingini einaferð afturat.
Braquet legði fyri við eini gittarsolo hjá Arna. Og hóast hon var teknisk krevjandi, so tóktist hendan byrjan eitt sindur kiksað, og bólkurin spilti í grundini fyrstu løtuna burtur. Ikki fyrr enn teir fóru at syngja og spæla sangir saman, gjørdist tað frægari.
Makrel stinkar
Heavy-bólkurin Makrel skuldi seta punktum, og tað gjørdu teir við tungum rocktónleiki, har teir eisini nýttu øðrvísi ljóð saman við skitnum gittarum og buldrandi trummum.
Sangarin í bólkinum, Ári Rouch, gjørdi eisini um seg við fløtum havna-humori, og hvørt tað tænti nøkrum endamáli hjá bólkinum, skulu vit ikki gera okkum klók uppá.
Bólkurin kemur út við nýggjari fløgu í dag, og framførslan leygarkvøldið varð eisini nýtt at gera vart við hesa fløgu, og tað tóktist eitt sindur við síðuna av, nú talan var um finaluna í Prix Føroyum.
Gittarspælarin Rasmus Rasmussen vísti enn einaferð góðar dygdir sum tann sentrali tónleikarin í bólkinum, og Ári Rouch hevði sum sangari ? tað vil siga tær løturnar, hann ikki var skemtari ? stóra útstráling, og hann var avgjørt við til at senda bólkin víðari í kappingini.
Í endaligu dømingini stóð Makrel ikki mát við hinar bólkarnar, men tað var sjálvsagt tí, at tá vórðu dómararnir pískaðir til at velja ein bólk, og so vórðu Gestir og Déjá Vu tiknir fram um Makrel.
Tøtt kapping
Dómararnir skuldu velja tríggjar bólkar av teimum seks, sum skuldu við til endaligu dømingina, og her fall valið á Déjá Vu, Gestir og Makrel.
Fólkið slapp eisini at atkvøða, og kappingin gjørdist sera tøtt, tá ið samanumkom.
Bert fimm stig vóru á muni millum Gestir og Déjá Vu, og høvdu útlendsku dómararnir ikki verið so sannførdir um, hvønn bólk teir skuldu atkvøða fyri, so høvdu føroysku dómararnir og fólkið kanska fingið sín vilja.
Men eingin ivi var um, at Gestir var ein verdugur vinnari av Prixnum hesaferð.
Tað vóru 28 bólkar, væl yvir 100 tónleikar, men eftir stóðu fimm eysturoyingar sum vinnarar.
Gestir vóru bestir!