Gestir taka upp í Danmark

Í hesum døgum er føroyski tónleikabólkurin Gestir í Lundgaard Studio í Danmark og tekur upp

Tá ið Gestir fyrr í ár vunnu Prix Føroyar tónleikakappingina var ein av vinningunum ein vika í Lundgaard Studio í Danmark.
Og í hesum døgum eru Gestir í kenda danska studionum.
Upptøkurnar byrjaðu leygarmorgunin, og arbeiðið heldur fram til leygarkvøldið.
Tað er Mentamálaráðið, sum hevur latið hendan vinningin, og Norðurlandahúsið og Atlantic Airways taka sær av ferðingini aftur og fram.
Studio 1 í Lundgaard verður mett sum eitt av bestu upptøkuhølunum í Danmark, og tað er her at Gestir halda til.