Fríggjakvøldið, í annaðkvøld 25. apríl, verður forkunnug konsert við Gestir og The Story Ends í Margarinfabrikkini fríggjakvøldið
Talan er um forkunnuga konsert, tí báðir bólkar hava nevniliga nógv nýtt tilfar á skránni, og báðir bólkar hava nýggja manning. Spennandi er at vita, hvussu tað eydnast.
Talan er somuleiðis um tí síðstu konsertina hjá Gestir her heima á klettunum, áðrenn farið verður á konsertferð í Evropa í komandi mánaði, meðan hetta er fyrsta konsertin hjá The Story Ends her heima í longri tíð.
Staðið er Margarinfabrikkin, klokkan tjúgu og kostnaður ein hálvur hundur (t.e. 50 danskar krónur).