Fríggjakvøldið 20. juni verður rock-konsert í Losjuni í Gøtu.
Við verða teir báðir Prix Føroyar finalubólkarnir Gestir og Makrel.
Gestir, sum kunnugt vunnu Prix Føroyar kappingina, skulu seinast í juni mánaði niður til Danmarkar at spæla á Nibe festivalinum í Jútlandi. Og í hesum sambandi hava teir gjørt rættiliga fitt av nýggjum tilfari.
Á konsertini í Gøtu verður høvi hjá áhugaðum at fáa ein lítlan forsmakk av hesum.
Herfyri gav bólkurin Makrel, sum gjørdist nummar trý til Prix Føroyar í ár, fløguna »Makrel Stinkar« út.
Báðir bólkarnir eru annars eisini við á nýggju fløguni »Prix Krem«, sum júst er komin út.
Dyrnar lata upp klokkan 22, og kostnaðurin er 80 krónur.
Myndatxt: Gestir og Makrel skulu fríggjakvøldið spæla til konsert í Losjuni í Gøtu.