Gestir kappast í dag

Tónleikabólkurin Gestir skal seinnapartin í dag kappast í Starfighters kappingini á Skanderborg festivalinum niðri í Jútlandi. ? Teir hava góðan møguleika at vinna, sigur Jón Tyril úr Grót

Gestir gjørdust Prix Føroyar vinnarar í ár. Ein av vinningunum var luttøka í Starfighters kappingini, sum er ein partur av Skanderborg festivalinum, sum verður hildin niðri í Jútlandi í hesum døgum.
Og í seinnapartin í dag, leygardag, skulu eysturoyingarnir í eldin. Teir skulu spæla klokkan 17, og eru teir tann seinasti bólkurin, sum er á skránni.
Fleiri av teimum í Grót eru við bólkinum á festivalinum og fylgja við gongdini.
? Eg haldi, at Gestir hava góðan møguleika at vinna. Sólarn hevði verið og lurtað eftir onkrum av hinum bólkunum í gjár, og teir vóru ikki so imponerandi. Men á pappírunum eru teir góðir, so vit fáa at síggja, sigur Jón Tyril úr Grót.
Upplýst verður úr Skanderborg, at umstøðurnar eru góðar.
? Festivalurin er ógvuliga vakur. Tað er ikki uttan grund, at hann verður kallaður »Danmarks smukkeste festival«. Spæliumstøðurnar síggja eisini út til at vera góðar, greiðir Jón frá.
Teir í Gestum eru eisini væl fyri. Fríggjadagin vóru teir koyrdir til Århus ein túr, har teir fingu møguleika at shoppa eitt sindur áðrenn stóru kappingina leygardagin.