Gestir fáa altjóða bókingar og umboðssáttmála

Fløgan Burtur frá Toftunum hjá Gestum er millum fløgurnar, ið eru í uppskotið sum besta fløga á Planet Awards, og at hetta val ikki er burturvið, verður nú staðfest, sambært Dimmalætting hevur bólkurin skrivað undir altjóða bókingar og umboðssáttmála

Tónleikur

Gestir hava skrivað umboðs- og bókingarsáttmála við feløgini, ið umboða Teit, skrivar Dimmalætting í gjár.
Beint fyri jól spældu Gestir jólakonsertir saman við Teiti í Vega í Keypmannahavn og í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, á konsertini í Keypmannahavn fekk danski bókingaragenturin hjá Teiti Ulrich Lauridsen, frá Glorius Records & Management eyga á bólkin og skrivaði stutt eftir sáttmála við teir um bóking av konsertum og tílíkum.
Eftir hetta varð avtala um umboðan gjørd við Plan C við Christian Ulf-Hansen og Sam Blue, ið eru umboðsmenn hjá Teiti, veit Dimmalætting.
Í mars fer Plan C til Austin í Texas á eina av heimsins størstu tónleikamessum, við sær hava teir 100 eintøk av fløguni hjá Gestum, Burtur Frá Toftunum. M.a. er ætlanin at selja tónleikin til filmar og sjónvarpsrøðir.
Tórfinnur Jákupsson úr Gestum sigur við Dimmalætting, at teir eru ovfarnir av øllum hesum og Teiti sera takksamir fyri hjálpina.
Bólkurin er samstundis farin undir samráðingar við danska útbreiðslufelagið Sonet Records, ið millum annað umboðar Høgna Lisberg, um at standa fyri útbreiðsluni av Burtur Frá Toftunum í Danmark, skrivar Dimmalætting