Vælumtóktu gestirnir vitja enska málið á teirra komandi útgávu
Á heimasíðuni Kjak.fo hava Gestir skrivað út eina kapping í samband við Natural Life, ið er heiti á teirra komandi útgávu:
- Meðan Gestir í løtuni eru í ferð við at gera nýtt tilfar liðugt til næstu fløguna, so tekur bólkurin væl ímóti tykkara hjálp!
- Øll hugskot um permur, bannarar, plakatur, osfr. verða tikin upp til eftirmetingar, og ein verður sjálvandi viðurkend/ur sum eigari - hepni vinnarin fær møguliga eisini bjóðað víðari samstarv og løn!
Víðari skrivar bólkurin:
- Viðkomandi upplýsingar eru, at næsta fløgan ber heitið ?NATURAL LIFE?, og at fyrsta stakfløgan, ið antin verður ?I LOVE EVERYTHING ABOUT YOU? ella ?CRASHING A PLANE INTO THE GROUND?, verður útgivin 9. januar í næsta ári.
Far djúpri:
Les kjaktráðin á Kjak.fo<a> <a href=http://www.myspace.com/gestir>Gesta Gestir á MySpace<a>











