Gestir á AME-Føroyar

Tað er longu kunngjørt, at Gestir luttaka á AME-Reykjavík, men nú er greitt at, at teir eisini verða at síggja á stóra sýnisgluggatiltakinum AME-Føroyar, ið verður vikuskiftið 13. og 14. apríl í Norðurlandahúsinum.

Atlantic Music Event

Teitur, ið vann heiðurin fyri bestu fløgu, á Planet Awards og við hesum heiðurin at luttaka á AME-Føroyar, fekk ikki luttikið av tí, at hann er upptikin av øðrum konsertum hetta vikuskiftið í apríl. Hansara luttøka á AME-Føroyar varð tí bjóða til bólkin, ið handan fløguna, ið fekk annað pláss í Planet Awards, nevniliga Gestir. Kappingin um bestu fløgu var sera tøtt, Stay Under The Stars vann við 27,5% yvir Burtur frá toftunum, ið fekk 25,9%.
Tey árini, ið eru fráliðin síðan bólkurin vann Prix Føroyar hevur ment hann, og fyrsta útgávan, Burtur frá toftunum verður av flestu ummælarum mett sum eitt meistaraverk. Fløgan hevur fingið avbera góð ummælir.
Eisini á konsertum er bólkurin vorðin ein av bestu føroysku bólkunum. Gestir hava luttikið á AME tiltøkum í Føroyum, á báðum AME tiltøkunum í Vega í Keypmannahavn umframt á AME-Reykjavík í fjør.
Herfyri skrivaðu Gestir undir umboðssáttmála við umboðsstovuna Plan C, við Christian Ulf-Hansen og Sam Blue, ið eisini umboða Teit. Bólkurin hevur eisini gjørt avtalu við booking agentin hjá Teiti, Ulrich Lauridsen frá Glorious Records & Music Managment. Hetta má stutt sagt metast sum ein stór styrkjan av skránni á AME-Føroyar.
Umframt Gestir spælir GBOB vinnarin Deja Vu, 200 og íslendsku Ampop, grønlendski Angu, svenska Molinder Band, norska Grand Island og donsku Die Dumme Dänen.