Sokallaði djóraverndarfelagsskapurin, Sea Shepherd, er farin at brynja seg út til enn eitt summar við herferð ímóti føroyska grindadrápinum.
Sjálvbodnu mótstøðufólkini skulu vera til reiðar til at vitja land okkara frá 14. juni til í oktober mánaði.
Harumframt kemur Sea Shepherd higar við trimum skipum, sum eru "Bob Barker" og "Sam Simon", umframt tríkiljan "Brigitte Bardot".
Skipini ligga nú í Bremen í Týsklandi og gera klárt at seta kós ímóti Føroyum.
Tað eru tó ikki øll, sum eru treytaleyst fegin um at fáa Sea Shepherd aftur hendavegin á vitjan, og ein av teimum er borgarstjórin á Sandi, Brandur Sandoy.
Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna, sum Brandur Sandoy hevði við Rás 2 í dag.
Brandur Sandoy hevur sent út lesarabræv, har hann fegnast um, at løgtingið hevur samtykt nýggja grindalóg.
Men samstundis undrast hann á, at tað ikki skal vera loyvi at steðga fólkunum hjá Sea Shepherd, tá tey koma til land okkara.
- Vit skulu minnast til, at tey komu ikki bara til Føroya at mótmæla grindadrápi. Tey komu eisini til Føroya at leggja seg fyri og forða okkum at drepa grind. Tí ber ikki til at skáka sær innundir, at tey komu higar í friðarligum mótmælisørindum, skrivar Brandur Sandoy.
Og hann leggur afturat, at tað er gleðiligt at síggja, at fleiri kommunur hava boðað alment frá, at tey als ikki vilja hava fólk frá umhvørvisfelagsskapinum í nærumhvørvinum.
- Tað má verða upp til ymsu kommunurnar at gera av, hvør skal sleppa at brúka ognirnar hjá somu kommunum, og sum borgararnir har hava goldið. Undir vanligum umstøðum fer sjálvandi ongin at nokta nøkrum at brúka fasilitetir ið kommununar eiga, men tað er neyvan talan um vanligar umstøður, tá vit hava við fólk at gera, sum vilja taka matin úr munninum á bygdafólkinum, sigur Brandur Sandoy.
Brandur Sandoy greiddi Hilmar Jan Hansen nærri frá síni mótstøðu á Rás 2 fyrr í dag. Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna.