Gestabústaður í Stokkholm

Listafólk og onnur í Tórshavnar kommunu, sum fáast við mentanarligt arbeiði, hava aftur í ár høvi at gista 1-2 vikur í Villa Bergshyddan í Stockholm. Tórshavnar kommuna luttekur í norðurlendskum høvuðsstaðarsamstarvi á mentanarøkinum saman við Helsinki, Oslo, Stockholm, Keypmannahavn, Reykjavík, Nuuk og Mariehamn.

Stockholm kommuna býður íbúgvum í norðurlendsku høvuðsstøðunum at búleikast í Villa Bergshyddan í styttri tíðarskeið í summarhálvuni og arbeiða við virksemi sínum. Hesi kunnu t.d. vera høvundar, tónleikarar, sjónleikarar, myndlistafólk, journalistar, granskarar og onnur, sum í breiðari merking fáast við mentan.

Stockholm kommuna leggur dent á, at tey, sum fáa innivist í Villa Bergshyddan, eisini knýta sambond við starvsfelagar í Stockholm og á tann hátt veita sínámillum kunning og møguliga eisini fáa í lag samstarv. Umsøkjarar skulu hava bústað í Tórshavnar kommunu.

Tíðarskeiðið, sum gistast kann í Villa Bergshyddan, er í ár frá 18. apríl til 2. oktober, og møguleiki er at vera í eina ella tvær vikur. Kostnaðurin er 600 svenskar krónur fyri vikuna. Rúm er fyri tveimum vaksnum og tveimum børnum.