Gestabók á stødd við eina svávuldós

Vanliga eru gestabøkur millum A5 og A4 í stødd og ymiskar í tjúgd, men ein gestabók í stødd við eina svávuldós er ikki heilt vanlig. Eina slíka eigur Inger Hansen í Havn, sum fekk hesa mini-gestabókina fjá mammu síni, Herdis Danielsen (1911-1979), sum man vera ein tann minsta í landinum

Søgan um hesa lítlu gestabókina er tann, at Herdis sum ung genta byrjaði at skriva saman við eini danskari gentu, Else Petersen úr Randers. Tær høvdu brævaskifti í mong ár. Tá so kríggið breyt út í 1940 kom ein støðgur í, men eftir kríggið hildu tær á við brævaskiftinum. Dóttir hesa Else Petersen og svigarsonurin búðu og arbeiddu eina tíð í Føroyum.
 
Hesa lítlu gestabókina fekk Herdis Danielsen einaferð sum gávu frá donsku vinkonuni. Fyrstu ferð hon var brúkt var tá hon og maðurin, Hilmar Danielsen, høvdu silvurbrúdleyp í 1961. Herdis (f. Nybo) og Hilmar vóru bæði av Hvítanesi.  
 
Inger sigur, at mamman vildi hava øll, sum koma á vitjan at skriva í gestabókina, sum er full av smáum heilsanum. Seinastu ferð at skrivað var í bókina var  á jólum 1978. Árið fyri at Hardis andaðist. Tað kundi verið áhugavert at vita, um fleiri slíkar bøkur eru at finna í landinum.
 
 
Myndatekstur:
 
1. (mynd: gestabókin og ein svávuldós)
Gestabókin er á stødd við eina svávuldós. Navnið hjá Herdis er graverað í bókina
 
2. (mynd: ElsePetersen)
Else Petersen úr Randers sum gav Herdis gestabókina
 
3. (mynd: Herdis og  Hilmar Danielsen)
Herdis og  Hilmar Danielsen í Havn. Um teirra yrkisleið er stutt at siga, at Herdis var á Sanatoriinum sum arbeiðisgenta, og eisini hjá dr.Lynge. Tey seinnu árini bant hon nógv fyri Heimavirkið. Hilmar Danielsen (1911-1984) fór til skips sum heilt ungur, seinni koyrdi hann lastbil hjá Júst Sivertsen í eini 19 ár, og fór síðan til Jón Hansen, har hann koyrdi lastbil í 21 ár. Har var hann, var til hann gavst at arbeiða. Hann átti eisini bát saman við svigarsoninum, so hann var ofta á floti, og nógv vóru tey sum fingu eitt grýtuklárt kók frá honum.