Gervøkstur í dressingi

Coop afturkallar eitt partí av Coop classic Cæsarsalat dressing orsaka av gering í vøruni

Coop afturkallar eitt partí av Coop classic Cæsarsalat dressing orsaka av gering í vøruni.

 

Vøran er seld í føroyskum handlum og á heimasíðuni coop.dk/mad.

 

Tað vísir seg, at vøkstur av geri er staðfestur í nøkrum av fløskunum. Gering førir til broyttan smakk og konsistens, og vøran er tí ikki egnað til matna. 

 

Ráðini frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eru tí at antin at lata vøruna aftur í handilin, har hon er keypt ella at beina fyri henni. 

 

Talan er um Coop Classic Cæsarsalat dressing í 400 ml fløskum. Á fløskunum stendur best fyri 30/6-2017. EAN-strikukotan er 7340011462200.