Gert: Sorin bjargaði okkum

(Rás2) Hoyr Gert Hansen taka samanum 3-1 sigurin hjá Víkingi ímóti 07 Vestur í Sarpugerði í Norðragøtu

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr Petur Asbjørn Lervig siga frá teimum trimum málunum Víkingur fekk uppá seks minuttir millum 71. og 77. minutt í seinna hálvleiki, og harvið tryggjaði sær harvið ein 3-1 heimasigur ímóti 07 Vestur.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi beinleiðis á Rás2 við Gert Hansen hjá Víkingi aftaná 3-1 sigurin á 07 Vestur.

 

Gert Hansen heldur, at talan er um ein tann strævnasta dystin Víkingur hevur spælt í ár. Gert Hansen heldur, at Sorin Anghel bjargaði Víkingi í dag, tá hann kom inn í 67. minutti. Tá var støðan 1-0 til 07 Vestur, og 10 minuttir seinni var Víkingur á odda 3-1.