Gert: Høvdu ætlað okkum meir

(Ljóðsamrøða og kykmynd) Síggj kykmynd av steypahandanini til EB/Streym, og hoyr samrøðu við Gert Hansen

Dysturin úti í Vika á Argjum millum AB og EB/Streym, sum endaði 2-2 varð eisini ein steypadystur. Tí máttu liðini í holt við eina brotssparkskapping, sum endaði 5-4 til EB/Streym, har liðini skutu seks brotsspørk í part.

 

Á hesari leinkjuni sæst løtan, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri handar Gert Hansen, liðskipara hjá EB/Streymi steypið, sum sundalagsmenn fingu við sær úr Havn: https://www.youtube.com/watch?v=Kv6E_rvMUmY&feature=youtu.be

 

Gert Hansen fegnaðist um steypið, men var minni nøgdur við bert at fáa eitt stig við sær frá dystinum. Teir í EB/Streymi ætlar sær út í Evropa komandi ár, og tí hevði ein sigur muna meir hjá sundalagsmonnum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum in.fo/Rás2 gjørdi við Gert Hansen aftaná dystin á Argjum.