Gert heldur fram í meistaraliðnum

Leingi tóktist tað sum um, at meistararnir í EB/Streymi fóru at hava torført at bjóða seg fram við liði, ið fór at verða ført fyri at vera við í kappingini um FM heitið.

Seinastu vikurnar hava fleiri av lyklaspælarunum seinastu nógvu árini skrivað undir nýggjar sáttmálar, og í kvøld hevur enn ein av royndu og týdningarmiklu spælarunum skrivað undir.

Talan er um Gert Hansen, sum hevur verið fastur fúsur á høgra vongv erja og onkra ferðina hevur loyst av í miðverjuni. Heimasíðan hjá EB/Streymi veit at siga, at felagið og Gert Hansen í kvøld hava skrivað undir avtalu, sum ber við sær, at Gert Hansen eisini í 2013 fer at umboða barndómsfelagið.

EB/Streyma heimasíðan veit eisini at siga, at 19 ára gamli Jákup Andrias Hansen, sum er fastur málverji á næstbesta liðnum og eykamálverji á meistaraliðnum, hevur skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at hann eisini í 2013 verður ein av málverjunum í EB/Streymi.