Gert Hansen: Vit settu okkum fyri at leypa á

Aftaná dystin millum Víking og EB/Streym, sum EB/Streymur vann 3-2 prátaði Tróndur Arge við Gert Hansen hjá EB/Streymi, og hann prátaði eisini við Niclas Niclassen hjá Vìkingi.

 

Gert Hansen segði, at teir høvdu sett sær fyri at leypa á frá byrjan í undanvindinum, og at fáa nøkur mál, og hetta eydnaðist til fulnar.

 

Niclas Niclassen var ikki nøgdur við avrikið hjá Vìkingi, men fegnaðist um batan ímóti dystarenda.

 

Samrøðan hjá Tróndi Arge við Gert Hansen og Niclas Niclassen í sendingini "3. Hálvleikur" á Rás2 kann hoyrast undir greinini her.