Aftaná tveir javnleikir kundi Gert Hansen, liðskipari hjá EB/Streymi loksins fegnast, tá Rólant Waag Dam fekk orðið á hann, aftaná 3-0 heimasigurin hjá EB/Streymi ímóti Skála.
Gert helt, at Skála stríddist væl, men EB/Streymur var tað betri liðið, og vann ein uppibornan sigur.
Liðskiparin hjá Skála, Teitur R. Joensen ásannar, at teir eru enn í holt við at venja seg við tilveruna, sum eitt lið í bestu fótbóltsdeildini. Hann heldur kortini, at teir í Skála høvdu ein góðan seinna hálvleik við Margáir í dag.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Gert Hansen og Teitur R. Joensen søgdu við Rólant Waag Dam, aftaná dystin millum EB/Streym og Skála.