Gert er nú Víkingur

Víkingur váttar í kvøld, at fyrrverandi EB/Streyma leikarin, Gert Hansen, skiftir til Víking

Í longri tíð hevur ljóðað, at EB/Streyma leikarin, Gert Hansen, hevur verið á veg til Víking.

 

Í kvøld váttar Víkingur á heimasíðu sínari, at felagið hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við Gert Hansen, ið kann røkja fleiri pláss í verjuni.

 

Víkingur skrivar á heimasíðu sínari:

 

Í framhaldandi royndini eftir at náa á ovastu rók, í Føroyskum fótbólti, hevur Víkingur styrkt um besta liðið. Víkingur hevur undirskriva ein tvey ára sáttmála við roynda leikaran Gert Hansen. At tað er ein royndur harri, ið Víkingur fær í sín hóp, tala hagtølini fyri seg. Gert leikti sín fyrsta “Effo-deildar” dyst tann 22. Juni í 2003. Hann hevur leikt 225 dystir, og gjørt 24 mál. Somuleiðis hevur Gert leikt 44 dystir í steypakappingum, umframt 10 dystir í Evropa. Gert Hansen hevur veri við til at vinna tvey Føroyameistaraheitir, í 2008 og í 2012, og fýra faldaðan steypavinnari kann hann eisini skriva á sítt CV.

Víkingur ynskir Gert Hansen vælkomnan í felagið, og ynskir honum góða eydnu í nýggja umhvørvinum.