Í góðveðrinum í kvøld spældu Víkingur og KÍ venjingardyst í Sarpugerði.
KÍ var frammanfyri 2-1 eftir fyrra hálvleik, men í seinna hálvleiki skoraði Víkingur tvær ferðir, og harvið vann heimaliðið 3-2.
Málskjúttar hjá Víkingi vóru Adeshina Lawal, 17 ára gamli Ingi Jonhardsson og innskifti veteranurin Sølvi Vatnhamar. Málini hjá KÍ skoraðu Jákup B. Andreasen og danski verjuspælarin Jesper Brinck.
Veteranurin Gert Hansen, sum ikki spældi í bestu deildini í fjør, hevur síðstu tíðina vant undir leiðslu av Sámal Erik Hentze. Spurningurin hevur verið, um tað fór at eydnast Gert Hansen at røkka nóg góðari venjingarstøðu uttan at verða darvaður av skaðunum, sum vóru orsøk til, at hann gavst á hægsta støði.
Í kvøld var 34 ára gamli Gert Hansen á vøllinum allan dystin á tamb. Tað kundi bent á, at vánirnar eru góðar fyri, at vongverjin er um at vera í dystarvenjing.
Annan sunnudag verður fyrsta umfar í landskappingini. Tá fær Víkingur vitjan av ÍF, meðan KÍ fær vitjan av HB.