Stóra talvan við reyðu bókstavunum í Vestmanna vísti tað greitt. 28-31 var úrslitið. Kyndil reisti seg væl og virðiliga.
Farna vikuskiftið tapti havnarliðið heili 40-27 á heimavølli móti KÍF.
Tí hevur Henrik Gerster eftir øllum at døma fingið nógv burtur úr á venjingarvøllinum seinastu dagarnar.
Kyndil hevði skift ham frá seinast. Stríðshugurin var funnin fram, og mistøkini í verjuspælinum vóru lúkað burtur.
Tað var grundarlagið fyri einum týdningarmiklum sigri í Vestmanna.
Skaraðu framúr
Tað vóru serliga Hans Áki Dal-Christiansen og Kristoffur Kristoffersen, sum gingu undan hjá gestunum. Við ávikavist 10 og 9 málum, stóðu teir fyri meira enn helminginum av málunum, sum Kyndil fekk.
Tað var uppiborið, at Kyndil vann. Gestirnir vóru á odda við tveimum og trimum málum í stórum løtum av dystinum. VÍF royndi at hótta seinastu minuttirnar, men tað eydnaðist ikki.
Uppibornir sigrar
Tveir aðrir dystir vóru í bestu mansdeildini um vikuskiftið.
KÍF vann trygt á heimavølli móti Team Klaksvík. Úrslitið var 39-28.
Neistin vann uppiborið móti H71 í høllini á Hálsi. Greipuvinnararnir vunnu 31-22 á hoyvíkingum.