VÍF boðar í kvøld frá, at Henrik Gerster verður at síggja á venjarabonkinum hjá vestmenningum í framtíðini. Hann er settur sum hjálparvenjari. Jan Ottosen er høvðusvenjari.
Nevndin í VÍF hevur í samráð við Jan Ottosen leita eftir einum hjálparvenjara til venjaratoymið hjá VÍF. Henrik Gerster hevur nú játtað at koma í venjaratoymið.
Henrik Gerster hevur drúgvar royndir sum spælari og venjari. Hann hevur millum annað verið venjari hjá H71 og Kyndil í bestu deildini hjá monnum.