Síðsta venjarauppgávan hjá Gerster var sum kvinnuvenjari hjá Stjørnuni, har hann vann tvey meistaraheiti og tríggjar steypakappingar í trý ár. Undan tí hevur hann eitt nú vant menninar hjá H71.
? Kyndil er mest vinnandi felag í føroyskum manshondbólti, og eg eri sera fegin um at fáa møguleikan at venja fyrst manslið hjá felagnum, sigur Henrik Gerster við heimasíðuna hjá Kyndli.
Hjálparvenjari hansara hesi tvey árini verður Hjalmar Klein Olsen, sum eisini hetta kappingarárið hevur verið hjálparvenjari hjá Kyndli, umframt at hann hevur vant unglingar og dreingir 17 hjá felagnum.
Dia Midjord, sum hevur verið mansvenjari hjá Kyndli síðstu trý árini, ynskti ikki at halda fram, og tí valdi Kyndil at fara eftir Gerster, sum annars hevur hildið frí frá hondbóltinum í vetur.