Norðlýsið skrivar, at Stjørnan týskvøldið gjørdi avtalu við Henrik Gerster fyri næsta kappingarári.
Danski venjarin hevur fingið góð úrslit við kvinnuliðnum hjá Stjørnuni í vetur, og undan avgerandi dystunum um FM-heitið, hevur felagið tryggjað sær Gerster í eitt kappingarár afturat.










