Gerster gevst sum venjari í Klaksvík

Týskvøldið boðaði Henrik Gerster leiðsluni í Stjørnuni frá, at hann gevst sum venjari eftir hetta kappingarárið, og hóskvøldið fingu spælararnir tað so eisini at vita.

 

? Hetta hava verið trý praktfull ár, har vit higartil hava vunnið steypakappingina tríggjar ferðir, landskappingina tvær ferðir og nú aftur skulu spæla FM-finalu, sigur hann.

 

Høvuðsorsøkin til, at hann nú hevur valt at givist sum venjari hjá Stjørnuni, er at tað kennist í so møðsamt vetur eftir vetur at skula koyra teir 75 kilometrarnar úr Havn til Klaksvíkar fleiri ferðir um vikuna til bæði venjing og dyst.