Fyrireikingar til at leggja av
"Flytið alt, ið hevur við royking at gera; sigarettir, øskubikør, svávulpinnar, o. s. fr. burtur úr øllum rúmum og bilum!
"Hav ikki sigarettir uppi á tykkum!
"Tosið við aðrar roykjarar í húsinum um at avmarka royking til eitt rúm, har onnur ikki verða ávirkað!
Roykihungurin kann koma í herðindum. Tá er gott at gera sær eina sokallaða »dráliætlan«, har ið ein fæst við okkurt annað, ímeðan roykihungurin er størstur. Tað ljóðar einfalt; men tað virkar. Hyggið bert eftir klokkuni og bíðið tveir ella tríggjar minuttir. Vanligt er, at roykihungurin tá er horvin. Hvønn dag verður longri ímillum trongdina, og so er hon eisini styttri.
Gerið ein lista yvir dráliætlanina, t. d.
"Drekkið eitt glas av vatni
"Tyggið sukurfrítt ella nikotin tyggigummi
"Andið djúpt venjingar
"Pussið brillurnar
"Bustið tenn eftir hvørja máltíð
"Gerið ein lista yvir egnu ómakslønir tykkara
"
Aðrar dráliætlanir:
"Minnið tykkum sjálvi á, at tit leggja av
"Andið djúpt: Andið inn, spakuliga og djúpt. Haldið ondina inni og teljið upp í fimm.
"Andið (spakuliga) líðandi út. Gerið hetta fimm ferðir.
"Drekkið vatn: Vatn stillar tørvin at taka okkurt upp í munnin og tað er gott fyri tykkum.
"Koyrið (ella lati) eina sitrón- ella appelsinflís útí vatnið. Brúkið súgvirør.
"Hugspjaðing: Gerið okkurt annað enn tað, ið tit høvdust at, tá hungurin kom á tykkum. Sita tit, so reisist og farið til gongu. Ganga tit, so sessist. Finnið onkran at tosa við; lesið eina blaðgrein; skrúvið útvarpið frá; fáið tykkum eitt tyggigummi afturat; etið eina gularót.
"Latið ikki negativa hugsan stýra heila tykkara - dettið ikki undir sjálvdømi.
"Skuldi tykkum t. d. komið til hugs, at »ein guvur fer ikki at skaða« skúgvið so ta hugsan frá tykkum. Gerið tykkum greitt, at tit hava lagt av (at roykja).
Hvussu tú vinnur á frávenjingareyðkennum (abstinensum)? Nøkur ráð:
Feril av ørilsi - Farið hóvligari fram, verðið ikki ov brá; gerið einki brádligt viðbragd.
Erkvisni - Gongutúrar; heitt brúsubað; djúpar andadráttar-venjingar; nikotintyggigummi.
Høvuðpínu - Djúpar andadráttarvenjingar; høvuðpínutablett.
Møði - Síggið til, at tit eru fullsvøvnt; hvílið tykkum, tá ið tit kunnu, sleppið tykkum undan strongd; nikotintyggigummi.
Andvekur - Sleppið tykkum undan kaffievni, tá ið klokkan er farin av 6 á kvøldi; djúpar andadráttarvenjingar, hvíldarteknikkur.
Hosti, slím ella turrur hálsur - Drekkið nógva vætu; takið hostasevju.
Vantandi evni til hugsavning - Skipið arbeiðsbyrði tykkara; komið tykkum ikki í ov stóra strongd í nakrar vikur.
Sodningarlagsbroytingar, harður opningur - Drekkið nógva vætu; etið frukt, grønmeti og fullkorn(knúst korn) afturvið.
Svongd - Drekkið vatn ella ófitandi løg; havið ein ófitandi matarbita(breyðbita) við tykkum.
Longsul eftir einari sigarett - Bíðið, til longsulin fer. Hann fer at hasa av. Havið í huga, at hesi eyðkenni standa ikki við. Tey eiga at hvørva um nakrar fáar dagar ella vikur. Hjá summum fána eyðkennini burtur hjá øðrum kunnu knappligar broytingar koma, ið kunnu vera bæði góðar og ringar.
Kelda: Apotek.fo