Liðskiparin hjá Liverpool, Steven Gerrard, sigur seg skilja, um Daniel Agger velur at skifta til annað felag, men hann vónir, at danski verjuspælarin eisini í framtíðini verður við Liverpool. – Eg haldi øll skilja, at Daniel hevur ambitiónir og at hann vil spæla hvørja ferð. Men mín vón er, at hann verður hjá okkum og stríðist fyri sínum plássi. Hann er betri enn flestu aðrir verjuspælarar, tí hann er góður í álopsspælinum, málsøkin og sterkur í pasningsspælinum, sigur Steven Gerrard við danska blaðið Jyllands-Posten.