Ígjár tapti Liverpool umdystin í FA Cup kappingini ímóti Everton á Goodison Park. Everton vann dystin 1-0, men tað var tann minsti skaðini fyri Liverpool. Verri var, at liðskiparin, Steven Gerrard fekk ein skaða. Miljónir av Liverpool-viðhaldsfólkum kring heimin halda ondini, tí fáur spælari er verri at verða fyri uttan, enn Steven Gerrard.
Í dag skal Steven Gerrard kannast, og verður tað gjørt við einum skannara, sum skal staðfesta hvussu ringur skaðin er. Bert eitt korter var farið av dystinum, tá ein haltandi Steven Gerrard mátti fara av vøllinum. Hvussu langur skaðasteðgurin verður, er ikki staðfest enn.
- Steven Gerrard bað sjálvur um at verða skiftur út, og hann skal til eina skanning í dag. So vit mugu bara bíða, og síggja hvat hon fer at vísa. Staðfestir Liverpool-venjarin, Rafael Benitez.