Gerrard skaddur

Í næstu viku spælir Liverpool dyst móti belgiska Stardard Liege

Hetta er í undanspælinum til Champions League bólkaspæli. Til hesa uppgerð má Liverpool vera liðformannin Steven Gerrard fyri uttan. Týsdagin spældi Liverpool venjingardyst móti norska Vålerenga. Liverpool vann dystin 4-1, men Steven Gerrard fekk nógva pínu í læri og mátti av vøllinum. Í Liverpool rokna tey tó við, at liðformaðurin verður tøkur, tá Premier League byrjar aftur næsta leygardag.