Gerrard setti Andorra á skúlabonk

Ein stórspælandi Steven Gerrard setti Andorra uppá pláss í gjárkvøldið, tá ið hann við tveimum málum tryggjaði Onglandi væntaða sigurin.

Tað sá annars gott út hjá Andorra, sum kundi fara til hálvleiks við einum málleysum javnleiki. Í seinna hálvleiki megnaði Andorra ikki at halda Onglandi frá fatinum meir, og tá 10 minuttir vóru farnir, sendi Gerrard eitt langskot í málið. Eitt korter fyri leiklok var Gerrard aftur uppá spæl og økti til 2-0. Í yvirtíðini sló David Nugent sigurin fastan, tá hann skoraði til 3-0 í sínum fyrsta landsdysti.