Gerrard og Bellamy gjørdu av við Newcastle

Craig Bellamy og Steven Gerrard skoraðu málini, tá Liverpool í kvøld vann 3-1 á Newcastle. Hetta er bara aðru ferð í ár, at Liverpool megnar at skjóta fleiri enn tvey mál í einum Premier League dysti.

 

Tað var annars Newcastle, sum kom á odda um miðjan fyrra hálvleik. Eins og í dystinum 2. Jóladag móti Blackburn, so var tað Liverpool , ið gjørdi sjálvmál. Daniel Agger var seinastur á eitt Newcastle innlegg. Danin í Liverpool verjuni var hart kroystur av Demba Ba.

 

Liverpool svaraði skjótt aftur við málið, sum Craig Bellamy skoraði. Newcastle verjan fekk ikki rudda vekk eftir innlegg, og so smekkaði walisin til og javnaði. Craig Bellamy var ein av trimum fyrrverandi Newcastle leikarum á Liverpool liðnum í kvøld. Hinir báðir vóru Andy Carroll og José Enrique.

 

Um miðjan seinna hálvleiki legði sami Craig Bellamy Liverpool á odda við frísparki. Newcastle valdi at stilla ein mann heilt aftur á málstrikuna og tað forstýraði so illa, at Tim Krul ikki fekk fatur á frísparkinum, sum annars ikki var so væl skotið, at hann ikki kundi fingið hondina á.

 

Liverpool skifti stutt undan málinum Steven Gerrard inn. Løtu seinni skoraði Steven Gerrard sjálvur, tá hann úr spískum skjeyt bóltin millum beinini á Tim Krul. Liverpool hevur við sigrinum yvirhálað Arsenal á fimta plássi, men Arsenal hevur ein dyst til góðar.

 

Newcastle hevði 19-ára gamla Haris Vuckic á liðnum frá byrjan. Hann hevur spælt nógv saman við Jóan SÍmuni Edmundssyni á eykaliðnum. Hetta er eitt prógv um Alan Pardew torir at brúka ungarar leikarar. So er at vóna, at hann eisini eina ferð fer at geva toftamanninum møguleikan.

 

Premeir League:

 

Liverpool – Newcastle 3-1 (1-1)