Tað varð annars eitt fullkomið kvøld hjá Liverpool og Steven Gerrard. Liverpool vann 1-0 á Marseille, Gerard gjørdist ?match-vinnari?, og Liverpool er komið í 1/8 finaluna í Champions League. Men tað eru tíverri nógvir fótbóltsfjepparar, sum hava ringa tendring. Ein Marseille-fjeppari, sum sat á Anfield Road ígjár blakaði ein tendrara eftir ?match-vinnaranum?. Men Steven Gerrard gjørdi tað rætta, og tendraði ikki sjálvur, men spældi víðari, sum um einki varð hent.
Venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez rósar sínum liðskipara. - Gerrard varð fyrimyndarligur, við at fara friðarliga um hesa støðuna. Undirstrikar Benitez.
UEFA ætlar kortini ikki at sleppa málinum, men ætlar at koma til botns í málinum, og kann endin gerast, at Olympique Marseille fær eina revsing, fyri tann ósømmiliga atburðin hjá einum fyrilitarleysum, fronskum roykjara, sum so hevur verið noyddur at biða um eld frá øðrum aftaná dystin.