Gerrard misnøgdur við langar bóltar

Steven Gerrard og David Beckham kjakaðust um teir nógvu longu bóltarnar, sum Beckham spælir fram á vøllin


Bretska blaðið The Sun skrivar í dag, at tveir av mest týðandi spælarunum á enska landsliðnum fóru at skeldast undir venjingini í gjár.
Liðformaðurin David Beckham og Steven Gerrard vóru ósamdir um teir mongu longu bóltarnar, sum Beckham spælir fram á vøllin. Gerrard var irriteraður inn á hesar bóltar, og Beckham svaraði aftur við sínari hugsan um taktikkin hjá enska landsliðnum.
Tað er eingin loyna, at enska landsliðið brúkar teir høgu bóltarnar fram á vøllin, sum eitt av sínum vápnum. Frammi á vøllinum skal tann høgi Peter Crouch, so fáa nakað burtur úr bóltunum, men tað er ikki altíð so flott at hyggja eftir.
Steven Gerrard helt, at Ongland skal spæla meira umvegis miðvøllin og sparka minni fram á vøllin.
The Sun skrivar, at venjararnir á enska landsliðnum gjørdu lítið burtur úr kjakinum millum teir báðar spælararnar, tí teir hildu hetta vera eina sunna diskussion, ið ikki hevði nakrar avleiðingar við sær.
So er spurningurin, um Gerrard fær sín vilja til dystin hjá Onglandi ímóti Ecuador um vikuskiftið.