Gerrard metir, at Chelsea hevur munin

Í kvøld klokkan 19.45 skulu Chelsea og Liverpool spæla seinnu hálvfinaluna í Champions League kappingini. Fyrri hálvfinalan, sum var leikt á Anfield Road endaði við javnleiki 1-1. Hetta gevur Chelsea ein fyrimun til dystin í kvøld. Endar dysturin við javnleiki 0-0 kemur Chelsea víðari. Liðskiparin hjá Liverpool, Steven Gerrard metir eisini, at Chelsea er favorittur til at koma víðari: ?Eg vil verða realistiskur og viðganga, at fyrimunurin liggur hjá Chelsea. Teir hava eitt sera gott lið, og tað hava teir serliga víst á heimavølli. Men seinastu árini hava vit víst, at vit eru eitt gott útilið, tá tað kemur til evropeiskar kappingar.? Liverpool hevur ikki skorað í teimum seinastu 8 dystunum teir hava spælt á Stamford Bridge, kortini er Steven Gerrard við gott mót: ?Vit kenna veruliga á okkum, at vit eru eins góðir og Chelsea, um ikki betur. Vit hava sanniliga verið tað betra liðið, tá vit hava leikt ímóti teimum hetta kappingarárið.? Chelsea hevur spælt 66 dystir á heimavølli uttan tap, og verður uppgávan hjá Liverpool møtimikil í kvøld.