Liverpool hevur truplar umstøður til seinnu fjórðingsfinaluna ímóti Chelsea. Liverpool tapti á 3-1 á heimavølli, og tí skal eitt bragd til, um Liverpool skal venda gongdini í seinna dystinum.
- Vit eru aftanfyri 3-1, men vit vita, at alt kann broytast, um vit hava Gerrard við á liðnum, og hann spælir væl, sigur Rafael Benitez, venjari hjá Liverpool.
Gerrard er ivamsamur til dystin orsaka av skaða.










