Tað hava verið nógvar gitingar um framtíðina hjá Steven Gerrard, men nú hevur hann sjálvur melda út, at hann heldur fram í Liverpool. Teir ensku landsliðsleikararnir hjá Liverpool møttu í dag til fyrstu venjingina eftir HM. Restin av liðnum er í Sveis á venjingarlegu.
- Eg gjørdi teimum greitt, at eg hevði brúk fyri at hugsa um HM og síðani sleppa á eina feriu við familjuni, sigur Liverpool liðskiparin, Steven Gerrard.
Tað er millum annað vantandi Champions League luttøkan í ár og ringa fíggjarliga støðan í felagnum, sum hava birt undir søgurnar um at Steven Gerrard er ávegis vekk frá Liverpool.
- Eg vildi hava møguleikan at hitta nýggja venjaran, Roy Hodgson, til eina privata samrøðu. Tað havi eg nú og eg má siga, at eg eri imponeraður av hansara framtíðar planum, sigur Steven Gerrard.
Serliga Real Madrid hava verið nevndir sum áhugaðir í Steven Gerrard.
- Hetta eru fantastisk tíðindi fyri Liverpool. Øll í Liverpool eru fegin um tíðindini og eg gleði meg at sleppa at arbeiða við Steven Gerrard, sigur Roy Hodgson, venjari hjá Liverpool.
Fyrsti dysturin hjá Liverpool í Premier League er á heimavølli ímóti Arsenal.