Gerrard gevst í USA

Liverpool legendan hevur spælt sín seinasta dyst fyri LA Galaxy

Fyrrverandi Liverpool leikarin, Steven Gerrard, hevur spælt sín seinasta dyst fyri amerikanska felagið, LA Galaxy. Tað váttar hann sjálvur á heimasíðuni hjá felagnum.

 

36 ára gamli Steven Gerrard, skifti til LA Galaxy á sumri í 2015, tá hann kom frá enska felagnum, Liverpool, har hann annars hevði spælt alla sína fótbóltsyrkisleið.

 

Tað er í løtuni ógreitt hvar Steven Gerrard fer at spæla aftaná nýggjár, ella um hann yvirhøvur fer at spæla.

 

Steven Gerrard spældi í síni tíð 114 dystir á enska landsliðnum.