Gerrard fingið sekkin

Steven Gerrard er í kvøld koyrdur eftir einans 11 mánaðir í starvinum sum venjari hjá Aston Villa

Aston Villa hevur sent fyrrverandi Liverpool spælaran og Rangers venjaran til hús.

 

- Vit vilja takka Steven fyri hansara harða arbeiði og nærlagni og vit ynskja honum alt tað besta í framtíðini, skrivar ein umboðsmaður fyri Aston Villa í kvøld.

 

Gerrard tók við venjarastarvinum hjá Aston Villa eftir Dean Smith í november 2021.

 

Úrslitini hjá Gerrard hava verið sera vánalig í ár. Eftir 3-0 tapið ímóti Fulham í kvøld varð tolið hjá Aston Villa uppi.

 

Tað bleiv til einans 13 sigrar av 40 møguligum hjá Gerrard í Aston Villa.

 

Aston Villa hevur einans vunnið tveir dystir av 11 møguligum í Premier League ár. Felagið liggur nummar 17 í Premier League við eins nógvum stigum sum Wolverhampton, ið liggur nummar 18 eftir 11 umfør.