Gerrard fer við til Spania

Stórspælarin hjá Liverpool, Steven Gerrard, sum hevur alstóran týdning fyri liðið, er nú tøkur aftur. Ið hvussu er verður Steven Gerrard partur av hópinum, sum fer avstað til spanska høvuðsstaðin, Madrid fyri at spæla ímóti spanska stórfelagnum, Real Madrid í 1/8 finaluni í Champions League kappingini. Real Madrid og Liverpool spæla mikukvøldið kl. 19.45.

 

Tað hevur verið ivi um Steven Gerrard fór at verða klárur til dystin ímóti Real Madrid, men Liverpool-venjarin, Rafael Benitez hevur góðar vónir: - Steven verður partur av hópinum. Hann kláraði tað væl til venjingina í morgun. Talan var um servenjingar, so Steven var ikki testaður 100%, men hann gjørdi tað gott. Nú mugu vit bara síggja hvussu langt tað ber. Sigur Benitez við heimasíðuna hjá Liverpool.