Gerrard fer til Manchester City

Kenda enska blaðið ?The Daily Mirror? sigur seg vita við vissu, at stjørnuspælarin hjá Liverpool, Steven Gerrard skal verða klárur at fara úr Liverpool til Manchester City.

 

Ríka felagið í Manchester ætlar sambært enska blaðnum innan heilt stutta tíð at geva Liverpool eitt boð uppá 40 miljónir bretsk pund, fyri ogna sær undirskriftina hjá Steven Gerrard.

 

Manchester City vónar at fáa avtaluna við Steven Gerrard í lag skjótast møguligt.

 

Framtíðin hjá Gerrard á Anfield hevur leingi verið óvis, orsaka av fíggjarstøðuni hjá Liverpool. Ótryggleikin kring framtíðina hjá venjaranum, Rafael Benitez, og ognarviðurskiftini hjá felagnum gera eisini sítt til, at eitt skifti gerst sannlíkt, sambært enska blaðnum.

 

Rafael Benitez viðgekk aftaná dystin ímóti Hull ígjár, at tað er ógvuliga óvist, at Steven Gerrard og Fernando Torres halda fram í Liverpool.

 

Steven Gerrard hevur í mong ár verið ímyndin av Liverpool, men farna kappingarár hevur verið tað slakasta hjá enska landsliðsspælaranum.