- Eg kundi gott hugsað mær at vita, hvør tað var, sum kom við slíkum søgum, tí tey mugu hava eitt ótrúliga gott hugflog, sigur Gerrard við almennu heimasíðuna hjá Liverpool, eftir at tað í nakrar dagar hevur ljóðað, at liðskiparin var á veg úr Liverpool. - Ta tíðina, Benitez hevur verið her, havi eg hvørki havt trupulleikar við honum ella hansara starvsfólkum. Enn minni í hálvleikinum í einum dysti, har eg lá og fekk viðgerð fyri ein skaða, sigur Gerrard og leggur aftrat, at allar søgurnar um, at hann er á veg úr felagnum, eru ógrundaðar.