Gerrard dregist við ein minni skaða í lyskuni, og tí varð hann sendur aftur til Liverpool í morgun, tá landsliðið fleyg úr Heathrow til Amsterdam. Eingin er úttikin í staðin fyri Gerrard. Eisini Ben Foster mátti geva avboð til landsdystin, tí hann fekk ein lítlan skaða í Community Shield-tapinum móti Chelsea sunnudagin. Joe Hart frá Manchester City – sum í løtuni er læntur út til Birmingham – er úttikin í hansara stað, skrivar BBC.









