Gerpla umsett til Garpatátt

- Umsetararnir greiða frá í Norðurlandahúsinum

Eitt høvuðsverkið hjá íslendska rithøvundinum Halldóri Laxness, »Gerpla«, kemur skjótt út á føroyskum. Martin Næs og Tóra Tóroddsdóttir hava umsett »Gerplu«, og tey kalla bókina »Garpatátt« á føroyskum.
Mikukvøldið 24.apríl kl.19.30 fara tey bæði at greiða frá um verkið og um umsetingina, sum tey hava arbeitt við í nøkur ár, á almennum fundi í Norðurlandahúsinum. Norrøna Felagið í Føroyum skipar fyri fundinum.
23.apríl eru liðin 100 ár, síðani Laxness varð føddur. Hann skrivaði »Gerplu« í 1952, og trý ár seinni fekk hann Nobelvirðislønina fyri bókina, sum er skrivað sum ein fornsøga. Føroyskt er 12.málið, sum »Gerpla« er umsett til.