Gerningsmaðurin hevur fingið dóm

Maðurin, sum rann á vøllin og sló Aston Villa-liðskiparan, skal í fongsul.

Tað var eitt skelkað enskt fótbóltssamfelag, sum í gjár sá ein áskoðara renna inn á vøllin og sláa ein spælara í Championship-dystinum ímillum arvafíggindarnar og grannarnar, Birmingham og Aston Villa.


Tann, sum varð sligin, var Aston Villa-liðskiparin, Jack Grealish, ið fekk eitt slag undir vangan, men tó fekk hildið fram við at spæla og eisini fekk lyklaleiklutin sum sigursharri í 1-0-sigrinum hjá Aston Villa.


Tann, sum sló, var 27 ára gamli Paul Mitchell úr Rubery, Worcestershire. Hann er dømdur 14 vikur fongsul, og hevur harumframt fingið lívlangt atgongubann frá leikvøllinum hjá Birmingham og 10 ára bann frá øðrum leikvøllum.


Í rættinum játtaði Paul Mitchell seg sekan, og hann sigur umvegis verja sín, at hann rann á vøllin til stuttleika, og at hann ikki veit hvat hann hugsaði fyri sær løtuna áðrenn hann sló. Hetta skrivar BBC í dag.


- Eg kann ikki lata vera við at kenna meg hepnan í hesi støðuni. Tað kundi verið nógv verri, um áskoðarin hevði vápn uppi á sær, segði Jack Grealish um hendingina eftir dystin í gjár.


Umframt fongsul og bann, so fekk Paul Mitchell góðar 3000 krónur í bót. Av teimum skulu 870 krónur í endurgjaldi til Jack Grealish, ið annars tjenar 220.000 krónur um vikuna.