German Open í Svimjing fyri Brekað

Um vikuskiftið verður stór svimjikapping fyri brekað í Berlin í Týsklandi. Tríggir luttakarar frá ÍSB verða við. Tey trý, sum umboða Ítróttasambandið fyri Brekað eru Krista Mørkøre, Dann Akursmørk og Ragnvald Jensen.

Krista er 12 ár og venur dagliga við Ægir. Dann er 13 ár og venir við svimjifelag sínum í Århus. Tey svimja bæði í bólkinum S10, sum er bólkurin hjá teimum rørslutarnaðu, ið hava minst brek. Av tí at tey eru so ung, verða tey eisini bólkað í barnabólkin.

20 ára gamli Ragnvald Jensen kemur úr svimjifelagnum FLOT og kappast í bólkinum S14, ið er bólkurin fyri svimjarum við menningartarni..

Hendan kappingin er útvald serliga til tey, tí her kunnu tey royna seg ímóti javnaldrum og á javnbjóðis støði.

- Tey luttóku eisini í kappingini í fjør, og tá sást týðiliga, at okkara svimjarar vóru á odda, tí tey komu heim við heiðursmerkjum í øllum kappingunum. Vónandi fer at ganga líka væl hesaferð, sigur Ítróttarsambandið fyri Brekað.