Gerist partaeigari í besta liðnum hjá HB!

Havnar Bóltfelag hevur í dag eina lýsing í bløðunum, har víst verður á møguleikan fyri at tekna seg sum partaeigara í besta liði felagsins

Tað er eingin loyna, at yrkisfótbólturin er komin til landið. HB hevur stungið út í kortið, sum tað fyrsta felagið, ið hevur ein yrkisdeild. Stovnandi aðalfundurin av felagnum verður í komandi viku, og tá er ætlanin at stovna P/F Havnar Fótbóltur, ið skal taka sær av dagliga rakstrinum hjá 1. deild hjá HB.

Í HB hava teir sett sær høg mál fyri kappingarárið 1998, tað er eingin loyna, at tað nívir HB?arnar, at grannafelagið fór við meistaraheitinum í fjør, hóast at HB vann grannauppgerðirnar. Teir hava longu skrivað sáttmála við fleiri av leikarunum, og so hava teir fingið sær ein útlendskan venjara. Venjarin er fyrrverandi rumenski landsliðsleikarin, Ion Geolgau, ið hevur leikt 24 landsdystir fyri land sítt, og haraftrat hevur hann leikt yvir 600 landskappingardystir og yvir 50 altjóða dystir fyri gamla felag sítt í Rumenia, Universitatea Craiova. Venjarin kom til landið fyri góðum 4 vikum síðani, og hevur hann vant HB síðan tá!

Úr HB frættist, at teir ætla at skriva nakrar sáttmálar aftrat, men tað er ikki komið undir land enn.

At teir í HB noyðast at verða væl fyri, tá ið landskappingin byrjar, er givið. Í fyrsta umfarinum skulu teir leika grannauppgerð móti meistarunum úr B36!