Gerið Kommunuskúlan til lestraríbúðir

Kommunuskúlin kann gerast eitt kraftverk, sum er við til at kveikja lív aftur í miðbýnum í Havn. Eg eri tó bangin fyri, at her verður hugsað ov lítið framskygt. Ein fólkaskúli skapar lív gerandisdagar millum 8 og 15, men so heldur ikki nógv meiri enn tað. Tað er neyvan skúlaungdómurin, sum brúkar nógvar pengar í miðbýnum, og eitt ynski er tað neyvan heldur, at hann skal hava lætta atgongd til tað.

 

Sum dømi um eina framskygda verkætlan ber til at nevna, at í Keypmannahavn hevur kommunan í samstarvi við Københavns Universitet júst sett út í korti, at gamli høvuðsbygningurin hjá DSB, sum liggur við Kongens Have, skal verða karmur um lestraríbúðir. Her verður hugsað um, at stórur tørvur er á lestraríbúðum, og at ungdómar ynskja at búgva so mitt í býnum sum gjørligt.

 

 Tað hevði verið upplagt, at Bústaðir og Tórshavnar Kommuna fóru í samráð um eina skilagóða loysn fyri at gera Kommunuskúlan um til lestraríbúðir. Hetta er eitt serstakliga gott stað at hava íbúðir, tí tey lesandi hava harvið sera góðar møguleikar at ferðast til skúla og frítíðarvirksemi. SMS og miðbýarlívið eru beint uttanfyri, og stutt er til ítróttarøkið í Gundadali. Lætt er eisini at ferðast við bussi úr miðbýnum, um tørvur er á tí. Tað eru hesir ungdómarnir, sum hava minst møguleika at ferðast við egnum akfari, men teir eru samstundis ógvuliga virknir.

 

 Besta loysnin fyri fólkaskúlan er at byggja nýtt. Nú tað er staðfest, at ikki eins stórur tørvur er á útbyggingum á fólkaskúlaøkinum vegna vantandi næmingatal, er tað upplagt, at næmingarnir úr Venjingarskúlanum og fyrrverandi Kommunuskúlanum fingu møguleikan at fara í ein nýggjan felags Vesturskúla. Hetta hevði givið Fróðskaparsetrinum rúm fyri at flutt inn í Venjingarskúlan, og at eitt kampusøki fyri hægri lesandi gjørdist veruleiki. Her er vert at hava í huga, at stórir partar av Fróðskaparsetrinum og Vinnuháskúlanum longu halda til nærhendis Venjingarskúlanum.

 

Tórshavnar kommuna røkkur fýra málum við hesari loysn.

 

- Meiri lív í miðbýnum við tað at ungdómar, sum búgva nærhendis, hava lætta atgongd til tað, sum miðbýurin hevur at bjóða.

- Tørvurin á bíligum íbúðum fyri lesandi verður nøktaður. Eisini er hetta ein loysn, sum kommuna og Bústaðir kunnu gera í felag fyri at fáa kostnaðin niður.

- Ein framkomin fólkaskúli verður bygdur ístaðin fyri tveir niðurslitnar skúlar. Hetta er best fyri allar partar.

- Eitt kampusøkið fyri Fróðskaparsetrið kann gerast veruleiki við samstarvi millum Tórshavnar kommunu og avvarandi myndugleikar hjá landinum.