Gerið Kommunuskúlan til eitt stuttleikasentur

– Hví ikki taka skúlan niður og byggja ein glaskendan bygning í staðin og gera hann til eitt stuttleikasentur? Tað spyr uppskot, sum Birgar Johannesen er komin við um dagarnar.

– Hví ikki taka skúlan niður og byggja ein glaskendan bygning í staðin og gera hann til eitt stuttleikasentur? Tað uppskot, sum Birgar Johannesen er komin við um dagarnar.

 

– Lat meg fyrst tríva í myndina omanfyri. Eftirgjørdi bygningurin kemur ikki at síggja út sum myndin vísir. Her eru nógvir møguleikar og skal hann sjálvandi verða nógv snøggari, sigur Birgar Johannesen.

 

Hann skjýtur upp, at fyri at varðveita minnið um kommunuskúlan, skal eyðkendi skjøldurin við eyðkendu myndini av tí gamla manninum við børnunum á knøunum sjálvandi varðveitast, og um tilber eisini aulan.

 

– Myndin er bert fyri at vísa hvat verkætlanin snýr seg um, sigur hann. Og Birgar Johannesen heldur fram:

 

Nógv verður tosað um, hvat skal henda við kommunuskúlanum, ið nú stendur og ræðir okkum øll. Nevnt hevur verið mentunarhús, parkeringshús, lestraríbúðir, listabumba, viðalund og hvat veit eg.

 

Mítt uppskot er:

 

Hví ikki taka skúlan niður og byggja ein glaskendan bygning í staðin og gera hann til eitt stuttleikasentur? Er tað nakað, sum ungdómurin og tey tilkomnu við, skríggja eftir, so er tað "okkurt at fara til".

 

At miðbýurin er sovnaður síggja vit øll, tí má okkurt henda. Eitt stuttleikasentur hevði verið hjartatátturin í býnum.

 

Verður skúlagarðurin tikin við í verkætlanina, hava vit ein bygning, har hvør hæddin er 3000 fermetrar. Verður ein slíkur bygningur í 5 hæddum, (bygningurin sum nú stendur uppi er 4) ja, tá er talan um 15000 fermetrar til allan hugsandi aktivitet.

 

Fyri at fáa nakað av uttandura aktiviteti kunnu vit hugsað okkum havan hjá frk. Cohr, realskúlagarðin og Grasagarð lagt saman. Í hesum sambandi hugsi eg mær realskúlasethúsini og "fyribils skúlarnar" tiknar burtur.

 

Hvat kundi hetta nýggja stuttleikasentur havt á dagsskránni:

 

Fyrst og fremst ein parkeringskjallara. Í veghæddini tveir hyljar, ein lítilan og ein størri.

 

Har skuldi borið til at siglt við smábátum so sum sluppungum, speedbátum og róðrarbátum. Og har kundi man so gjørt smáar oyggjar úti í og siglt millum "útoyggjar" og fastlandið. Í minna hylinum kundi verið "wipe out" o.a. kappingar har vatn er á høvuðsbreddanum, ja, eitt sokallað vatnland.

 

Á 2. hædd kundi m.a. verið "go cars", skoytibreyt, bowling, Squash breyt, paint ball, mini golf, bara fyri at nevna okkurt úr rúgvuni.

 

Og onkur hæddin kundi burturav verið fyri børnini: Fjarstýrdir modelbilar og bátar. Og hví ikki flyta fiskaakvariið av Argjum og heim í stuttleikasentrið?

 

Sentrið kundi eisini hýst einum býarsavni, musikkskúla o.ø.

 

Í veghæddini hevði verið so upplagt við eini kaffistovu, so foreldur kunnu sita og eygleiða spælandi børnini.

 

Kafeteria á øðrum hæddum vildi eisini verið natúrligur liður í hesum projektinum.

 

Á ovastu hædd verður bygningurin eitt satt panorama við heildarmynd yvir alla Havnina.

 

Og her verður sjálvandi hugsað um eina heilt serliga eftirspurda restauratión.

 

Hetta sum eg her havi hugsað um og nevnt, er eitt hugskot, sum onnur eisini kunnu lofta og umhugsa.

 

Økið, vit her tosa um, er so mikið dýrabært, at neyðugt er at vit øll taka okkum saman at skapa eitt virkið og livandi býarumhvørvi. Tað skal fyrst og fremst verða eitt stað til gleði og gagn fyri tey sum her búgva, men eisini nakað, ið dregur fólk í hópatali til Havnar.

 

Um vit lata hesa verkætlan byr í seglini, ivist eg onga løtu í, at lív kemur aftur í býin og at trivnaðurin millum tey ungu fer at eksplodera.

Vónandi spyrst eitt sakligt og spennandi orðaskifti burturúr hesum hugskoti.